USA fer at senda Ukraina vápn

USA fer at senda Ukraina vápn
Umvegis NATO fer USA í næstum at senda bæði álopsvápn og rakettir til loftverjuskipanina Patriot til Ukraina
Kríggj í Ukraina.
Mynd: Ritzau/Scanpix.  
 
14.07.2025 - 18:45

Amerikanski forsetin, Donald Trump, segði á tíðindafundi í dag, at nú er avtala gjørd um at senda vápn til Ukraina umvegis NATO.

Forsetin sigur, at USA hevur bestu hernaðarútgerð í heiminum, og at henda útgerð verður í næstum send til Ukraina.

Á tíðindafundinum hótti Trump eisini Russland við hægri tolli, um eingin avtala er um at steðga krígnum í Ukraina innan 50 dagar. Hetta hevði við sær, at virðisbrøvini á gjaldsskálanum í Moskva hækkaðu, tí har høvdu tey væntað nógv harðari tiltøk her og nú.

NATO-aðalskrivarin, Mark Rutte, var eisini við á tíðindafundinum. 

Hann segði, at hendan avtalan er nakað "sera stórt", og at evropeisk lond nú vísa ábyrgd. NATO fer í næstum at "flyta útgerð skjótt" til Ukraina.

- Hetta er fyrsta bylgjan, og fleiri fara at koma, segði Mark Rutte.

Trump segði longu fyrr í dag, at USA fer at senda rakettir til loftverjuskipanina Patriot til Ukraina - fyri rokningina hjá ES. Harumframt verða álopsvápn eisini send Ukraina, uttan at tað er upplýst, hvørji vápn talan er um.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846