FM-svimjing: Pílurin peikar beint uppeftir hjá Leu

FM-svimjing: Pílurin peikar beint uppeftir hjá Leu
Pílurin peikar framvegis uppeftir hjá Leu O. Højsted, sum setti trý met til FM um vikuskiftið. Tað ger hann eisini hjá Isak Brisenfeldt, sum eisini setti eitt nýtt met
Lea Osberg Højsted mennist alsamt. Ungi svimjarin heldur fram við at taka síni egnu met
 
10.11.2025 - 20:36

Fýra føroysk met vóru sett til føroyameistarastevnuna á stuttgeil, sum var í Klaksvík um vikuskiftið.

Pílurin peikar framvegis uppeftir hjá Leu O. Højsted, sum bøtti um síni met í 50, 100 og 200 metur bringusvimjing.

Ungi svimjarin úr Ægir svam 50 metur teinin upp á 32.11 sekund. Hon átti sjálv gamla metið upp á 32.22 frá Oyggjaleikunum í Orknoyggjum í summar.

Í 100 metur bringu var gamla metið 1:09.27 minuttir, men um vikuskiftið svam Lea O. Højsted teinin upp á 1:08.89. Triðja metið - 200 metur bringusvimjing - ljóðaði upp á 2:30.98 minuttir; munandi betri enn gamla metið, sum var 2:31.59 frá NM/NJM 2024.

SÍ EISINI: Nýggja ættarliðið til reiðar

 

Tók met frá Páli Joensen

Isak D. Brisenfeldt setti eisini eitt føroyskt met. Við tíðini 2:01.23 minuttir tók ungi svimjarin úr Havnar Svimjifelag metið hjá Páli Joensen í 200 metur blandað. Gamla metið hjá vágbinginum frá 2012 var 2:01.97. 

Lea O. Højsted átti besta avrikið yvirhøvur á FM-stevnuni við føroyska metinum í 100 bringu, sum gevur 741 AQUA-stig, meðan Isak D. Brisenfeldt eigur besta avrikið hjá monnum við tíðini 3:54.84 í 400 frí. Tað gevur 738 AQUA-stig.

SÍ EISINI: Svimjiárið byrjaði við HS-Open

 

Ægir vann nógv mest

Tað var heimafelagið, Ægir, sum stóð seg best í Klaksvíkar svimjihøll. Ægir vann heili 29 gull-, 15 silvur- og 11 bronsuheiðursmerki. Havnar Svimjifelag fór avstað við sjey gull, Susvim vann seks kappingar og Fuglafjarðar Svimjifelag vann tvey gullheiðursmerki.

Tilsamans svumu 55 einstakir íðkarar og 46 liðsvimjingar úr fimm feløgum seg til 552 úrslit í 86 kappingum, á hesi stevnu, skrivar svimjing.com.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 26.januar 2026
203266
Týsdag 27. januar
Morgunlestur týsdagur 27.januar 2026
203265
Mánadag 26. januar
EM-tíðindi 26. januar 2026
203227
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084