Ísak Vedelsbøl skiftir til danskan hondbólt

bannari
Ísak Vedelsbøl skiftir til danskan hondbólt
Strikuspælarin á føroyska hondbóltslandsliðnum, hevur gjørt trý ára sáttmála við HØJ Elite og tað hevur við sær, at Ísak Vedelsbøl fer úr IK Sävehof í summar.
Ísak Vedelsbøl, sum í á sumri 2024 skifti til bestu svensku hondbóltsdeildina, skiftir í summar til bestu deildina í Danmark, har hann skal spæla fyri HØJ Elite
 
15.01.2026 - 10:29

Enn ein føroyskur hondbóltslandsliðsleikari skiftir til bestu donsku hondbóltsdeildina.

Hesaferð er tað strikuspælarin Ísak Vedelsbøl, sum hevur spælt við IK Sävehof í bestu svensku deildini síðan á sumri 2024, sum hevur gjørt sáttmála við HØJ Elite, og sambært sáttmálanum skal strikuspælarin á føroyska manslandsliðnum spæla fyri Håndboldfælleskabet Ølstykke-Jyllinge næstu trý kappingarárini.

Tað er felagið sjálvt, sum í dag almannakunngerð nýggja sáttmálan á sínari heimasíðu.

Har stendur millum annað at lesa, at 21 ára gamli Ísak Vedelsbøl hevur spælt 14 A-landsdystir fyri Føroyar og er við føroyska hondbóltslandsliðnum til EM-kappingina, sum byrjar í morgin. Áðrenn tað var hann sagdur at vera ein av størstu profilunum á U21-landsliðnum, sum vann bronsuheiðursmerki í HM-kappingini, sum var hildin í Póland í fjør.

- Ísak er ein ungur, kropsliga sterkur og framsøkin tvívegis spælari, sum á altjóða pallinum longu hevur víst, hvør dugur er í honum. Vit fingu møguleika at fáa Ísak úr sáttmálanum við IK Sävehof eitt áðrenn sáttmálin endaði, og vit fegnast yvir, at tað gekk sum ætla, so vit longu kunnu leggja hann afturat leikarahópinum til næsta kappingarár, sigur Lars Vinther, sum er stjóri í HØJ Elite, sambært heimasíðuni.

Ísak Vedelsbøl er sum nevnt bara 21 ára gamal og danska felagið sær stórar menningarmøguleikar í honum. 

- Tí eru vit sannførd um, at hann bæði kann styrkja okkum stuttsiktað og at hann menna seg enn meira í okkara umhvørv, sigur Lars Vinther, sum leggur afturat, at tey í felagnum gleða seg at fáa føroyska landsliðsleikaran til felagið.

Ísak Vedelsbøl sjálvur hevur góðar vónir, nú hann hevur gjørt nýggjan sáttmála, og hann gleðir seg at sleppa at byrja.

- Eg havi valt HØJ Elite, tí tað følist sum eitt gott menningarstig fyri meg. Eg komi inn í eitt umhvørvi við nógvum kvaliteti, har bæði ferðin er nógv hægri og krøvini eru nógv størri, og tað er akkurát tað, sum eg havi leitaå eftir. Eg síggi HØJ Elite sum eitt stað, har eg kann menna meg nógv, júst tí at liðið er so sterkt. Tað er eitt umhvørvi, sum gevur mær dagligar avbjóðingar og tað haldi eg fer at lyfta meg sum spælari, sigur føroyski landsliðsleikarin.

Hondbóltsleiðin hjá Ísak Vedelsbøl byrjaði í Neistanum. Í 2023 skifti hann til H71, men longu árið eftir skifti hann til IK Sävehof í bestu svensku deildini, har hann hevur spælt síðan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Leygardag 17. januar
Morgunlestur leygardagur 17.januar 2026
202446
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610