Tíggjundi hvør fekk 740.000 krónur í løn

Tíggjundi hvør fekk 740.000 krónur í løn
Vinnugreinin við størstu miðallønini er tann, sum eitur fiskiveiða og aling
Miðallønin fyri 2025 var góðar 470.000 krónur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.03.2026 - 07:56

Tíggjundi hvør, sum fekk løn í Føroyum fjør, fekk 740.000 kr.

Tað skrivar Hagstovan.

Í 2025 fekk helvtin teirra, sum fekk løn allar ársins mánaðir, 445.000 kr.

10 prosent fingu 740.000 kr.

Vinnugreinin við størstu miðallønini er tann, sum eitur fiskiveiða og aling.

Miðallønin fyri 2025 var góðar 470.000 krónur. 

Hetta er 5,4 prosent meira enn í 2024.

Hjá kvinnum var miðallønin slakar 400.000 krónur, 27 prosent minni enn miðallønin hjá monnunum, sum var næstan 550.000 krónur. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595