Special Olympics: Heiðursmerki og hugni í Frederikshavn

Special Olympics: Heiðursmerki og hugni í Frederikshavn
Tey høvdu tað stuttligt og vunnu eisini nøkur heiðursmerki. Um vikuskiftið kappaðust fleiri føroysk ítróttafólk á Special Olympics-ítróttafestivalinum, sum var í Frederikshavn
27.05.2024 - 18:18

Átjan føroyskir íðkarar kappaðust, tá Special Olympics-ítróttastevna var í Frederikshavn um vikuskiftið. 

Tey høvdu tað stuttligt, kappaðust ímóti øðrum enn teimum, sum tey vanliga kappast ímóti, og so vunnu tey eisini fleiri heiðursmerki.

Mirjam Hansen og Astrid Gullfoss endaðu á fyrsta plássi í Boccia, men sigurin kom als ikki óvart á tær báðar.

 - Ja, svaraðu tær ivaleysar, tá tær vórðu spurdar um, hvørt tær høvdu roknað við at vinna.

Gutti Eliassen bovlaði seg til eitt bronsuheiðursmerki.

 - Tað hevði eg ikki væntað, segði Gutti Eliassen, sum kanska ætlar sær at halda fram við bovlingini. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334