Føroyingur vann EM í gokart-koyring fyri deyv

Føroyingur vann EM í gokart-koyring fyri deyv
Fyri kortum vann føroyingurin Ian Andersen tvey gullheiðursmerki í gokart-koyring fyri deyv. - Tað var eitt frálíkt vikuskifti fyri meg, sigur Ian Andersen
24.09.2024 - 14:09

Ian Andersen var skjótasti maðurin á breytini, tá EM í gokart-koyring fyri deyv var í Vandel fyri kortum. 

Føroyingurin, sum flutti til Danmarkar í 1987, vann gull bæði í einstaklingakappingini og í sonevndu Nations League-kappingini.

 - Tað var eitt frálíkt vikuskifti fyri meg, sigur Ian Andersen, sum kappaðist ímóti 90 koyrarum. 

Í fyrru kappingin endaði Ian Andersen framman fyri 'lærlingin' og vinmannin Daniel Ovesen, sum kom á mál í hølunum á føroyinginum.


Ian Andersen koyrdi seg til tvífalt EM-gull í gokart-koyring fyri deyv fyri kortum.

 

Ian Andersen flutti niður, tí hann skuldi á skúla fyri deyv í í Aarhus. Hann búði aftur í Føroyum eitt stutt skifti um aldarskiftið, men flutti aftur til Danmarkar, har hann hevur verið síðan.

Hann byrjaði at koyra gokart miðskeiðis í hálvfemsunum og hevur vunnið fleiri stórar kappingar.

 - Eg havi altíð droymt um at koyra Formel 1. Tað gjørdist ongantíð veruleiki, men mær dámar framvegis væl at koyra kapp, og eg droymi framvegis um at koyra í størri motorgreinum, sigur Ian Andersen, sum ásannar, at tað er torført, tí tað krevur sera góða fígging.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
183172
Týsdag 5. november
Veðrið
183155
Týsdag 5. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
183125
Sunnudag 3. november
Við Gutta á fjalli
183008