Svínsriv, vengur og Super Bowl

Svínsriv, vengur og Super Bowl
Áhugin fyri amerikanskum fótbólti er vaksin í Føroyum síðan aldarskiftið, sigur Aksel Kambskarð Berg, sum hevði bjóðað nøkrum vinmonnum heim til Super Bowl-hugna mánanáttina
11.02.2025 - 10:30

Áhugin fyri amerikanskum fótbólti er vaksin í Føroyum síðan aldarskiftið.

Tað sigur Aksel Kambsskarð Berg, sum hevði bjóðað nøkrum vinmonnum heim til Super Bowl-hugna mánanáttina.

Kvøldið byrjaði nakrar tímar undan dystarbyrjan við góðum mati og tipping, áðrenn Kansas City Chiefs og Philadelphia Eagles brustu saman í Caesars Superdome í New Orleans.

 - Eg hugdi fyrstu ferð at Super Bowl í 2008, og síðan havi eg faktiskt hugt hvørja ferð. Ikki bara Super Bowl, men eisini NFL sum heild. Tað er hvønn sunnudag, tá kappingarárið er í gongd, sigur Aksel Kambsskarð Berg.

 - Í Føroyum merki eg eisini, at fleiri og fleiri fylgja við, heldur Aksel Kambsskarð Berg.

Aksel Kambsskarð Berg hevur síðstu árini havt eitt NFL-poddvarp saman við øðrum, og hann tippaði undan dystinum, at Kansas City Chiefs fór at vinna sín triðja Super Bowl-sigur á rað.

Tað fekk hann kortini ikki rætt í. Philadelphia Eagles smurdi Chiefs av. Finalan endaði 40-22.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373

Annað frá KVF