Jana er troytt av at misnýta málmøguleikar

Jana er troytt av at misnýta málmøguleikar
Føroyar spæla í annaðkvøld móti Spania. Jana Mittún er troytt av brendu málmøguleikunum og ætlar at stilla kanónina
27.11.2025 - 14:25

Føroyar taptu í gjár 32-27 fyri Montenegro í fyrsta umfarinum í bólkaspælinum í HM-endaspælinum í Týsklandi og Hollandi. Føroysku spælararnir iðraðu seg um fleiri misnýttar málmøguleikar. Ein av teimum er Jana Mittún, sum ætlar at stilla kanónina til dystin móti Spania.

- Vit hava leingi arbeitt við at fáa útnyttað okkara málmøguleikar betri. Nú eri eg troytt av, at tað altíð er tað, sum manglar hjá okkum. Tað er nakað, sum eg fari at fyrireika meg væl uppá. Eg vil gjarna hava eitt ella tvey stig, men nú fáa vit at síggja hvussu langt tað røkkur, sigur Jana Mittún.

Dysturin í gjár móti Montenegro var ein kropsliga harður dystur fyri føroysku spælararnar. Soleiðis verður eisini í annaðkvøld, tá Føroyar møta Spania.

- Tær hava nakrar kropsligar sterkar og stórar spælarar. Vit skulu spælara okkara skjóta spæl og fáa mál í kontrafasuni, sum er ein av okkara styrkjum. Tað verður eins og móti Montenegro, at vit skulu runt um strikurnar og ansa eftir teirra skjótu spælarunum á bakkunum, sigur føroyski landsliðsspælarin.

Jana Mittún er helst okkara týdningarmiklasti spælari. Hon fekk seg veruliga roynda í dystinum móti Montenegro, men hóast hon merkir dystin í kroppinum, so verður hon til reiðar í annaðkvøld.

- Eg eri væl fyri. Eg merki eitt sindur í kroppinum og havi kanska eitt trælær, men tað hugsi eg ikki um til dystin í morgin, sum eisini verður ein kropsliga krevjandi dystur. Og tað er vit til reiðar til, sigur Jana Mittún.

Føroyar spæla móti Spania í annaðkvøld klokkan 19.30. Dagur og Vika er framskundað til klokkan 18.30, og undansendingin til hondbóltsdystin byrjar klokkan 19.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. apríl
Morgunlestur leygardagur 18.apríl 2026
207025
Fríggjadag 17. apríl
Vikuskiftið 17 apríl 2026
207228
Fríggjadag 17. apríl
LEITISSTEIN 17.04.2026 (Greta Svabo Bech)
207223
Fríggjadag 17. apríl
Breddin: Rúma vit teimum við demens?
207206
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118