Jana: - Vit fara at fáa ilt ímóti Serbia

Jana: - Vit fara at fáa ilt ímóti Serbia
Føroyska liðið hugsavnar seg til ein harðan dyst móti Serbia, men Jana Mittún og hinar droyma enn um at náa eitt pláss í fjórðingsfinaluni
03.12.2025 - 17:29

Eftir ein rótutan og harðan dyst móti Týsklandi, so var Jana Mittún eitt sindur irriterað yvir sín egna innsats móti Týsklandi.

Men stutt er ímillum dystirnar, og tí snýr tað seg um at taka tað góða við sær frá undanfarna dysti og hugsavna seg skjótt til næstu avbjóðingina.

Nú bíðar Serbia – eitt lið, sum er kent fyri at spæla hart.

- Vit mugu vera fyrireikaðar upp á, at tær kunnu finna upp á at fara yvir dómaralinjuna, og vit fara at fáa ilt, men vit mugu vera klárar at geva aftur av somu skuffu, sigur Jana Mittún.

Hon leggur afturat, at hóast avbjóðingin verður stór, so livir dreymurin framvegis um eitt pláss í fjórðingsfinaluni.

- Vit vita, at tað verður trupult, men vit fara at royna at gera okkara besta, sigur hon.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542