Boris á odda í veljarakanning

Boris á odda í veljarakanning
Konservativi flokkurin hjá Boris Johnson, forsætisráðharra, fer at vinna parlamentsvalið í Bretlandi 12. desember, vísir ein kanning hjá The Times
Konservativi flokkurin hjá Boris Johnson fer at vinna valið um tvær vikur, sambært eini veljarakanning
 
29.11.2019 - 08:32

Veljarakanningin vísir, at konservativi stjórnarflokkurin fær 359 av teimum tilsamans 650 sessunum í parlamentinum, og sostatt meiriluta.

Á seinasta vali fekk flokkurin 317 sessir. Greiningarstovnurin YouGov hevur gjørt kanningina fyri The Times.

YouGov hevur spurt 100.000 fólk. YouGov var tann stovnurin, ið spáddi rættast um úrslitið av parlamentsvalinum í 2017. 

Labour missir 51 sessir

Størsti andstøðuflokkurin, Labour, fær ein frammaná í kanningini. Hann missir 51 sessir og fær tilsamans 211 sessir í parlamentinum.

Skotski tjóðskaparflokkurin, SNP, fær, sambært kanningini hjá The Times, 35 sessir, og Liberal-demokratarnir fáa 13 sessir.

Hóast konservativi flokkurin stendur til at fáa meiriluta einsamallur í parlamentinum, tekur YouGov fyrivarni í kanningini. Í nógvum valdømum fáa tey konservativu tepran meiriluta, og tað kann ávirka valúrslitið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846