Nýggjur stjórnarleiðari í Russlandi

Nýggjur stjórnarleiðari í Russlandi
Mikhail Misjustin tekur við eftir Dmitrij Medvedev
 
16.01.2020 - 13:50

Vladirmir Putin, forseti, vísti á gjár á Mikhail Misjustin at taka við sum nýggjur forsætisráðharri í Russlandi, og nú hevur russiska tingið góðkent hann sum stjórnarleiðara.

53 ára gamli Mikhail Misjustin hevur starvast sum skattastjóri i Russlandi, og hann er lítið kendur í politiskum høpi.

Stjórnin hjá Dmitrij Medvedev legði frá sær í gjár. Medvdev verður nú limur í russiska trygdarráðnum, sum hevur stórt vald í landinum.

Broyta grundlógina

Tá hann helt sína árligu røðu í tinginum í gjár, mælti Vladimir Putin, forseti, til at hava fólkaatkvøðu um russisku grundlógina, sum skal styrkja leiklutin hjá tinginum.

Broytingin hevur m.a. við sær, at tingið kann velja forsætisráðharran og týdningarmiklar ráðharrar.

Í løtuni hevur forsetin einsamllur hesa heimildina.

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846