Frakland fær kvinnuligan forsætisráðharra

Frakland fær kvinnuligan forsætisráðharra
Elisabeth Borne fer at avloysa Jean Castex, sum hevur verið forsætisráðharri í tvey ár
Elisbeth Borne verður nýggjur forsætisráðharri í Fraklandi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
17.05.2022 - 09:47

Franski forsetin, Emanuel Macron, mælir til, at Frakland fær kvinnuligan forsætisráðharra.

Talan er um 61 ára gomlu, Elisabeth Borne. Hon er virkin og hevur verið við til at minka um arbeiðsloysið í Fraklandi

Hon skal avloysa Jean Castex, sum hevur lagt frá sær, eftir at hava verið forsætisráðharri í tvey ár.

Elisabeth Borne veit nógv um franskan politikk, og kann uttan iva hjálpa Macron, forseta, at gera neyðugar broytingar, skrivar Ritzau.

Hetta er onnur ferðin, at Frakland fær eina kvinnu sum forsætisráðharra.

 

Elisabeth Borne avloysir Jean Castex sum stjórnarleiðara í Fraklandi. (Mynd: Ritzau Scanpix)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290