Bradley Manning fær dóm í dag

Bradley Manning fær dóm í dag
Seinni í dag verður kunngjørt, hvussu harða revsing 25 ára gamli amerikanski hermaðurin Bradley Manning fær fyri at hava latið Wikileaks 700.000 loynilig hernaðarskjøl, frágreiðingar og videoupptøkur
Amerikanski avdúkarin, Bradley Manning, fær dóm í dag.
 
31.07.2013 - 15:31

Greitt er, at Bradley Manning ikki fer at verða dømdur eftir strangastu greinini í amerikonsku revsilógini um at hava verið fíggindanum til hjálpar. Tað er hann fríkendur fyri, men revsingin kann gerast nóg hørð fyri tað, tí hann er funnin sekur í at hava brotið njósnara-lógina fimm ferðir, fyri stuldur og fyri at brotið fleiri hernaðarligar fyriskipanir. Tað kann sambært amerikanskari lóg geva lívlanga fongsulsrevsing.

Bradley Manning hevur sagt seg vera sekan ella partvíst sekan í tíggju av 22 ákærum móti honum, og tað merkir, at hann í minsta lagi fer at fáa 20 ára fongsul.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762