Steypafinalistarnir skulu finnast í kvøld

Steypafinalistarnir skulu finnast í kvøld
KÍ, 07 Vestur, HB og Víking kunnu øll spæla seg í steypafinaluna í fótbólti hjá monnum, tá seinnu hálvfinalurnar verða spældar í kvøld
 
05.10.2022 - 15:52

Liðini í árligu steypafinaluni í fótbólti hjá monnum í kappingini um Løgmanssteypið skulu finnast í kvøld, tá seinnu hálvfinalurnar verða spældar.

Í Klaksvík spæla KÍ og 07 Vestur, og í Gundadali HB og Víkingur. 

Í fyrru hálvfinalunum, sum vórðu spældar 7. september í Sørvági og Gøtu, endaðu báðir dystirnir javnir 2-2. 

 

Skal avgerast í kvøld

Stendur aftur á jøvnum í kvøld eftir vanliga leiktíð, verður spælt í ein hálvan tíma aftrat. Er støðan framvegis óbroytt, skal dysturin avgerast við brotsspørkum. 

Dysturin í Klaksvík millum KÍ og 07 Vestur byrjar klokkan 18:30, og dysturin á Tórsvølli millum HB og Víking verður bríkslaður í gongd klokkan 19:00.

Útvarpið fer at siga frá báðum dystunum. Á Tórsvølli vera Suni Merkistein og Jóannes Jakobsen, og í Klaksvík Símun Chr. Olsen.

Finalan í steypakappingini um Løgmanssteypið verður spæld á Tórsvølli leygardagin 29. oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179