Fara nú at brúka nýggju flogbreytina í Nuuk

Fara nú at brúka nýggju flogbreytina í Nuuk
Nýggja floghavnin í grønlendska høvuðsstaðnum skal verða liðug næsta ár
Helvtin av nýggju flogbreytini í Nuuk verður tikin í nýtslu fyrst í november.
Mynd: Sermitsiaq  
 
17.10.2022 - 14:54

Helvtin av nýggju flogbreytini í Nuuk í Grønlandi verður tikin í nýtslu fyrsta dagin.

Breytin er asfalterað, og enn eru nakrir snøklar eftir at gera, sigur Kalaallit Airports, sum byggir nýggju floghavnina.

Danska ferðslustýrið skal eisini góðkenna vøllin, áðrenn hann kann takast í nýtslu.

 

Gamla flogbreytin niðurløgd

Men ætlanin er, at fyrstu flogførini kunnu seta seg og fara á flog av nýggju breytini 3. november, skrivar Sermitsiaq.

Samstundis sum nýggja flogbreytin verður tikin í nýtslu, verður gamla flogbreytin í Nuuk niðurløgd. Hon er 950 metrar long, og hevur verið brúkt í meira enn 40 ár.

Gamla flogbreytin noyðist at víkja fyri seinnu helvt av nýggju flogbreytini.

Ætlanin er, at nýggja floghavnin í Nuuk, sum eisini umfatar nýggja farstøð, skal verða liðug næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659