Demokratarnir kunnu missa valdið í kongressini

Demokratarnir kunnu missa valdið í kongressini
Miðval er í USA í dag, og bæði Joe Biden, forseti, og fyrrverandi forsetin, Donald Trump, royna at vinna sínum flokkum undirtøku
Joe Biden, forseti, var í Maryland í gjár. Hann sigur, at demokratiið stendur upp á spæl.
 
08.11.2022 - 09:47

Í dag er miðval í USA, og úrslitið kann gerast, at Joe Biden, forseti og hansara flokkur, demokratarnir, missa alt valdið, um republikanski flokkurin vinnur valið.

Tí hevur Joe Biden ferðast kring landið seinastu dagarnar fyri at royna at vinna demokratunum undirtøku. Í gjárkvøldið var hann í statinum, Maryland.

- Vit vita øll, at demokratiið er upp á spæl, og tað er nú, at vit mugu velja tað, segði Joe Biden, sambært AFP-tíðindastovuni.

Miðvalið ger av, hvør hevur valdið í kongressini, sum hevur tvey kømur, senatið og umboðsmannatingið. Tað hava demokratarnir í løtuni.

 

Donald Trump hevur rikið valstríð fyri republikanararnar, og hann sigur, at hann kemur við einari serligari fráboðan seinni í mánaðinum. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Andstøðan liggur væl fyri

Men meiningakanningar vísa, at tað ikki er óvist, at andstøðan, republikanski flokkurin, kann vinna valið. Hendir tað, so verður tað so gott sum ógjørligt hjá Joe Biden og demokratunum at reka sín politikk, til forsetaval verður aftur um tvey ár.

Fyrrverandi forsetin, Donald Trump, hevur gjørt nógv vart við seg í valstríðnum, og hevur mestsum boðað frá, at hann fer at stilla upp á forsetavalinum um tvey ár.

Hann segði í gjár, at 15. november fer hann at koma við eini serligari fráboðan.

 

 

Fyrsta valið síðani álopið

Hetta er eisini fyrstu ferð, at val er í USA, síðani atsóknina at kongressini í januar í 2020, tá republikanararnir ikki vildu góðtaka, at flokkurin hevði tapt valið og mist valdið.

Talan er um eitt serligt val, sigur tíðindamaðurin hjá Danmarks Radio, Steffen Kretz, úr USA:

 

08112022_Midval_i_USA


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. desember
Eitt korter við kórsangi
201893
Týsdag 23. desember
Morgunlestur týsdagur 23.desember 2025
201876
Mánadag 22. desember
Norðurljóð 22.desember 2025
201436
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201910
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870
Mánadag 22. desember
Jólapakkin til sjómannin
201863
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817