Partabrøvini í Tjaldri verða ikki seld fyribils

Partabrøvini í Tjaldri verða ikki seld fyribils
Fíggjarmálaráðið hevur biðið Januar um at bíða við at selja partabrøvini hjá landinum í felagnum, tí løgtingsval verður
Fíggjarmálaráðið hevur biðið um, at partabrøvini hjá landinum í Tjaldri ikki verða seld fyribils.
 
29.11.2022 - 09:03

Fíggjarmálaráðið hevur biðið grannskoðanarvirkið Januar bíða við at selja partabrøvini hjá landinum í partafelagnum Tjaldri, tí løgtingsval verður.

Fíggjarmálaráðið gav Januar boð um at steðga sølutilgongdini fyribils.

Freistin at bjóða var annars úti á midnátt, og 9.desember var ætlanin at selja. 

Landið eigur 2,8 prosent í Tjaldri.

Landið kann fáa nógv meira fyri síni partabrøv í Tjaldri, enn tað hevur sett í fíggjarlógina, heldur Januar.

Í fíggjarlógini eru sjey milliónir krónur, men Januar metir, at ognarparturin hjá landsstýrinum er verdur 18,2 til 23,1 mió.kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360