ES vil hava Russland at rinda fyri krígsskaðar í Ukraina

ES vil hava Russland at rinda fyri krígsskaðar í Ukraina
Prísurin fyri at umvæla krígsskaðarnar er 600 milliardir evrur, sum svara til meira enn 4.462 milliardir krónur
Ursula von der Leyen er forkvinna í ES-nevndini.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
01.12.2022 - 10:09

ES-nevndin kannar nú møguleikan fyri, at Russland skal rinda fyri krígsskaðarnar í Ukraina við peningi, sum gjøgnum tiltøk er frystur í Vesturheiminum.

- Russland skal rinda fyri oyðileggingarnar, sum landið hevur verið orsøk til, skrivaði Ursula von der Leyen, í fráboðan í gjár.

Prísurin fyri at umvæla krígsskaðarnar er 600 milliardir evrur, tað svarar til meira enn 4.462 milliardir krónur.

ES-londini hava fryst gjaldoyrað hjá russiska ríkisbankanum fyri meira enn 2.230 milliardir krónur.

Lóggáva í flestu ES-londunum krevur dómsúrskurð í einum revsimáli fyri at hald skal kunnað leggjast á ognir.

ES-nevndin skjýtur upp, at ein serdómstólur, undir leiðslu av ST, skal stovnast fyri krígsbrotsverk, sum Russland hevur framt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987