Petur Sigurð og Silja vunnu opna bólkin

Petur Sigurð og Silja vunnu opna bólkin
Føroyameistararnir í opnum bólki í judo eita Petur Sigurð Johannesen og Silja Johannesen
Judoíðkararnir í opna bólkinum. Vinnari og føroyameistari er Petur Sigurð Johannesen.
Mynd: Sofus Debes Johannesen  
 
15.04.2023 - 15:15

Síðstu judofinalurnar á stóra FM degnum í høllini á Hálsi vóru í opna bólkinum hjá bæði monnum og kvinnum. 

Hjá monnunum hittust Petur Sigurð Johannesen og Bárður H. Lenvig, báðir úr Havnar judofelag. 

- Her er so stórur vektmunur, at eg, uttan at taka nakað frá Bárði, meti hetta vera ein avgreiðsluspurning hjá Petur Sigurði, segði viðmerkjarin í sjónvarpinum. 

Men føroyameistarin sjálvur var ónøgdur eftir dystin, hóast sigur. 

- Eg føldi ikki, at eg slapp at berjast mítt judo móti Bárði í dag, segði Petur Sigurð Johannesen eftir dystin.Í kvinnudystinum var Silja Johannesen aftur á gólvinum eftir steðg vegna barnsburð.

judo_opin_bolkur_kvinnur.jpg

Caption: 
Í opna bólkinum hjá kvinnum stríddust Silja Johannesen og Anna S. Steinberg.

Hon og Anna S. Steinberg bardust eisini fyri tveimum árum síðan, og eftir dystin í dag stóð Silja sum vinnari og føroyameistari. 

- Eg vónaði ikki, at dysturin bleiv ov langur, og eg royndi ikki at leypa ov nógv á, segði ein glað Silja Johannesen, tá ið føroyameistaraheitið var vunnið. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715