Borðtennis: Albert er aftur føroyameistari

Borðtennis: Albert er aftur føroyameistari
Í einmansleiki í borðtennis læt Albert Weihe Wolfsberg ongan iva vera um, hvør er Føroya besti borðtennisspælari
Fróði F. Jensen og Albert Weihe Wolfsberg spældu aftur finalu í einmansleiki í borðtennis í ár, og aftur í ár vann Albert Weihe Wolfsberg
Mynd: Solby A. Christiansdóttir  
 
15.04.2023 - 15:38

Finalan í einmansleiki hjá monnum í borðtennis var avgreidd eftir fimm sett, og hana vann verandi føroyameistarin, Albert Weihe Wolfsberg, 4-1 á Fróða F. Jensen. 

- Har var bara ein spælari á vøllinum í dag, segði Fróði J. Jensen eftir tapið. 

Føroyameistarin sjálvur var serstakliga glaður og vælnøgdur við bæði úrslitið og avrikið. 

- Eg haldi, at eg spældi ein sera góðan dyst í dag, segð hann fegin og legði afturat, at hann gleðir seg til at umboða Føroyar á oyggjaleikunum í Guernsey í summar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655