Súkklaði tvørtur um Kanada

Súkklaði tvørtur um Kanada
Ferðin byrjaði í Vancouver á vesturstrondini og endaði í Halifax á eysturstrondini. Í alt 6.660 kilometrar.
 
07.07.2023 - 12:18

Karina Bennett, sum hevur føroyska mammu og býr í Bretlandi, hevur fyri stuttum verið á einum ógvuliga drúgvum súkklutúri. Hon hevur, saman við øðrum, súkklað tvørtur um alt Kanada.

Hon og ein kanadisk vinkona gingu á universiteti saman og lósu fysioterapi. 

Tá var tað, at hugskotið um ferðina tvørtur um Kanada kom. Tær byrjaðu at leggja ferðina til rættis, og onnur høvdu eisini hug at koma við. 

Ferðin var ógloymandi og ein uppliving fyri lívið, ásannar Karina. 
 

1608710

Hoyr samrøðu við Karinu Bennett


Hvønn dag komu tey til ókend støð og hittu nýggj fólk. ferðalagið legði dent á koma í samband við tey lokalu og tí vóru vitjanir á matstovum og skeinkistøðum obligatorisk.  

Avbjóðingar vóru eitt nú, at veðrið var ógvuliga skiftandi, og hæddarmunurin stórur. Karina punkteraði tvær ferð og fór eina ferð eftir rommum. 

Alt í alt gekk ferðin, sum tók næstan tveir mánaðir, upp á stás.

Karina Bennett, ið altíð hevur verið virkin í ítrótti, hevur sjálv drigist við eitt slag av etingarólagi, ið nevnist REDS.

Hon valdi at brúka hesa ferðina til at stuðla vælgerðandi felagsskapi, ið varpar ljós á etingarólag hjá ítróttarfólki.

Leinki til síðuna er her.
 


Tað var ein ógloymoymandi ferð, sigur Karina Bennett


Hæddarmunurin var øgiligur á ferðini

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938