Russisk grannalond vilja hava frágreiðing um Navalnyj

Russisk grannalond vilja hava frágreiðing um Navalnyj
Svøríki, Finnland og Litava eru millum londini, sum hava send boð eftir russisku sendiharrunum
Aleksei Navalnyj doyði í einum russiskum fongsli í Sibiria, men familjan fær ikki líkið av honum útflýggjað fyrr enn í fyrsta lagi um 14 dagar.
 
20.02.2024 - 09:20

Fleiri lond, sum hava landamark við Russland, hava nú sent boð eftir russisku sendiharrunum í londunum. 

Eitt nú Svøríki, Finnland og Litava. 

Londini vilja hava eina frágreiðing frá Russlandi um, hví andstøðupolitikarin, Aleksei Navalnyj, doyði í einum russiskum fongsli.

- Vit vilja áhaldandi mæla til, at allir politiskir fangar í Russlandi verða latnir leysir, sigur finska uttanríkisráðið í skrivligari fráboðan.

 

Handtikin skulu latast leys

Sama áheitan kemur frá uttanríkisráðnum í Litava, sum ítøkiliga nevnir fangar sum politikaran, Vladimir Kara-Murza, og dokumentaristin, Yuri Dmitriev.

Litava krevur somuleiðis, at øll tey, sum eru handtikin fyri at minnast Navalnyj, verða latin leys aftur. 

Í gjárkvøldið var upplýst, at tað fara at ganga tvær vikur, til familjan hjá Aleksei Navalnyj fær útflýggjað líkið av honum.

Upplýsingarnar komu frá familjuni sjálvari, umvegis eitt talsfólk. Sambært familjuni hjá Navalnyj eru boðini frá russisku myndugleikunum, at líkið fyrst skal kannast, og at hesar kanningar fara at taka 14 dagar. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846