Ungarn atkvøður um svenskan Nato-limaskap

Ungarn atkvøður um svenskan Nato-limaskap
Fyrireikingarnar í Brússel eru byrjaðar, og Nato hevur longu gjørt svensku flaggstongina klára
Í dag fer ungarska tjóðartingið at atkvøða um svenskan limaskap í Nato. (Savnsmynd)
 
26.02.2024 - 08:32

Ungarska tjóðartingið fer í dag at atkvøða um svensku umsóknina um limaskap í Nato.

Fyrireikingarnar í Brússel eru byrjaðar, og Nato hevur longu gjørt svensku flaggstongina klára, sigur svenska kringvarpið SVT

- Tilgongdin, sum byrjaði fyri næstan tveimum árum síðani, hevur verið merkt av politiskum stríði, valdsstríði og hernaðaravtalum fyri milliardir, skrivar svenska kringvarpið um tilgongdina.

Tað er næstan tvey ár síðani, at Finnland og Svøríki í felag bóðu um limaskap í Nato.

 

Bara Finnland

Men eftir at Turkaland í fyrstu atløgu ikki vildi geva svium limaskap í Nato, gjørdist bara Finnland partur av verjusamgonguni í fyrstu atløgu.

Turkaland setti seg upp ímóti svenskum limaskapi í Nato, tí Svøríki hýsti limum í kurdiska felagsskapinum PKK, sum Turkaland sigur vera eina yvirgangsfelagsskap.

Í januar góðkendi turkiska tjóðartingið svensku umsóknina, og stutt eftir gjørdu turkar avtalu við USA um at keypa 40 nýggj F-16-stríðsflogfør. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846