Palestinski forsætisráðharrin leggur frá sær

Palestinski forsætisráðharrin leggur frá sær
Orsøkin er álopini á Gasageiran og ófriðurin á Vestara áarbakka og í Jerusalem
Mohammad Shtayyeh hevur verið palestinskur forsætisráðharri síðani 2019.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
26.02.2024 - 09:35

Palestinski forsætisráðharrin, Mohammad Shtayyeh, hevur biðið um at verða loystur úr starvi. 

Tað hevur hann boðað palestinska forsetanum, Mahmoud Abbas, frá,  skriva palestinskir miðlar sambært Reuters.

Sambært AFP-tíðindastovuni hevur øll stjórnin biðið um at verða loyst úr starvi.

Orsøkin til, at palestinski forsætisráðharrin leggur frá sær, er álopini á Gasageiran og ófriðurin á Vestara áarbakka og í Jerusalem.

Shatayyeh er partur av Fatah-felagsskapinum, sum er størsti og mest týðandi vongurin í palestinska frælsisfelagsskapinum, PLO. Hann hevur verið forsætiráðharri á hersetta vestara áarbakka síðani 2019.

Sambært arabiskum miðlum verður tað Mohammed Mustafa, stjórin fyri palestinska íløgugrunnin, sum skal tilnevna nýggju stjórnina.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846