O.J. Simpson deyður

O.J. Simpson deyður
Fyrrverandi ítróttastjørnan bleiv kendur um allan heim, eftir at hann var ákærdur fyri at drepa fyrrverandi konu sína og vin hennara í 1994
Fyrrverandi amerikanski fótbóltsspælarin Orenthal James Simpson, best kendur sum O.J. Simpson, er deyður 76 ára gamal.
Mynd: Pool/AFP/Ritzau Scanpix  
 
11.04.2024 - 18:27

Fyrrverandi amerikanski fótbóltsspælarin Orenthal James Simpson, best kendur sum O.J. Simpson, er deyður 76 ára gamal.

Tað skrivar familja hansara á sosiala miðlinum, X.

Fyrrverandi ítróttastjørnan bleiv kendur um allan heim, eftir at hann var ákærdur fyri at drepa fyrrverandi konu sína og vin hennara í 1994.

Stórur miðlaáhugi var í málinum og O.J. Simpson bleiv í 1995 fríkendur fyri drápini.

Verjarnir hjá O.J. Sumpson megnaðu at sannføra nevningarnar, at ein rasistiskur løgreglumaður hevði falsað prógvini, sum vóru ímóti honum.

Í 1997 bleiv hann kortini funnin sekur í drápunum, men tað var í einum borgarligum rættarmáli. Hann bleiv dømdur at rinda 33 milliónir dollarar til tey avvarðandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846