Yvir tvey ár í fongsul fyri at smugla og selja hassj fyri 16 mió. kr.

Yvir tvey ár í fongsul fyri at smugla og selja hassj fyri 16 mió. kr.
Tveir føroyingar eru í dag dømdir fleiri ára fongsulsrevsing fyri at hava smuglað og selt stórar mongdir av hassji í føroya størsta rúsevnamáli
Mynd: Shutterstock.com  
 
15.04.2024 - 18:30

Størsta rúsevnamál, sum hevur verið fyri í Føroya rætti. 

Tað kalla myndugleikarnir málið, sum í dag var orsøk til, at tveir føroyingar blivu dømdir fleiri ára fongsulsrevsing fyri at hava smuglað og selt stórar mongdir av hassji. 

Annar bleiv dømdur til tve ár og sjey mánaðir fongsulsrevsing, meðan hin fekk tvey ár og tríggjar mánaðir. Ein triði maður, ein útlendingur, varð fríkendur fyri at hava smuglað og selt rúsevni. Men hann bleiv dømdur fyri harðskap, hóttanir eftir lívinum og frælsistøku av tí eina føroyinginum. Fyri tað fekk hann fýra mánaðir fongsulsrevsing og verður vístur av landinum. 

 

Hassj fyri 16 mió. kr.

Í samband við handtøkurnar í fjørsummar fann løgreglan 28,5 kilo í einum húsum í Havn. Haraftrat vóru 22 kilo longu seld, metir løgreglan.

Við teimum prísum, sum er galdandi í Føroyum, 250 til 300 krónur fyri grammið, eru 50,5 kilo av hassji verd næstan 16 mió. krónur. Tað ger málið til størsta rúsevnismál, sum hevur verið í Føroya rætti. 

 

Pengar og bilar

Í samband við handtøkurnar legði løgreglan eisini hald á 200.000 krónur og tveir bilar, sum teir ákærdu høvdu keypt fyri pengar, sum teir høvdu tjent við at selja rúsevnir. 

Ákæruvaldi kravdi trý ára fongsulsrevsing. Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri, sigur við Kringvarpið, at støða verður nú tikið til, um dómurin skal kærast. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744