Iranski forsetin deyður í tyrluvanlukku

Iranski forsetin deyður í tyrluvanlukku
Iranski forsetin, Ebrahim Raisi og uttanríkisráðharrin, Hossein Amir-Abdollahian, lótu lív í tyrluvanlukku í gjár.
Ebrahim Raisi, lat lív í tyrluvanlukku í Iran
 
20.05.2024 - 10:10

Bæði iranski forsetin Ebrahim Raisi og uttanríkisráðharri hansara, Hossein Amir-Abdollahian, vóru millum teirra, sum doyðu, tá tyrla teirra datt niður í fjallalendinum í Varzaqan-økinum í Eysturaserbadjan í gjár.

Tað váttar iranska tjóðarsjónvarpið sambært tíðindastovuni Reuters.

Tað var seinnapartin í gjár, at tyrlan, sum iranski forsetin var umborða á, hvarv, tá hon í tjúkkum mjørka skuldi um ein fjallarygg í Varzaqan-økinum. Farið varð at leitað alt fyri eitt og nakrar tímar seinni varð vrakið funnið í fjallalendinum.

Bjargingarumstøðurnar í økinum eru vánaligar skriva altjóða miðlar, tí har er framvegis tjúkkur mjørki, regn og tað er runut í økinum. Men við dronum eydnaðist tað turkiskum bjargingarfólkum at finna vrakið.

Ongar ábendingar eru komnar um, at talan er um annað enn eina vanlukku, skrivar BBC á síni heimasíðu, og miðeysturkorrespondentur teirra, Lucy  Williamson, stødd í Jerusalem, skrivar, at serliga í Ísrael verður fylgt væl við, hvussu málið verður umrøtt í Iran. Støðan millum Iran og Ísrael er spent, og tað kann tí hava stóra ávirkan, um illgruni – grundaður ella ógrundaður -  birtist um, at tyrluvanlukkan var annað enn tilvild.

Íalt níggju fólk lótu lív í vanlukkuni.

Ebrahim Raisi gjørdist forseti í 2021 og bleiv 63 ára gamal.

Í morgun hevur Ali Khamenei, sum er ovasti leiðarin í Iran, tilnevnt Mohammad Mokhber til fyribilsforseta. Hann sleppur tó í fyrsta umfari bara at sita í avmarkaða tíð, tí iransk lóg fyriskrivar, at val av nýggjum forseta skal haldast áðrenn 50 dagar eru gingnir. 

Fleiri lond hava sent samkenslukvøður, nú iranski forsetin er deyður.

Ein teirra er, sambært Reuters, forsetin í Russlandi, Vladimir Putin. Putin sigur, at Ebrahim Raisi gjørdi eitt ómetaliga stórt íkast til at knýta sambandið millum Iran og Russland.

Somuleiðis sendir forsetin í Kina, Xi Jinping, eisini samkenslukvøðu.

Bæði forsetin í Sýria, Bashar al-Assad, og forsetin í Sameindu Arabisku Emiratunum, Mohamed bin Zayed Al Nahyan, vísa samkenslu, umframt fleiri aðrir stjórnarleiðarar.

Júst sambandið millum Iran, Kina, India og Russland varð nógv styrkt hesa tíðina Ebrahim Raisi hevur verið forseti. Tað greiddi ein serkønur í iranskum viðurskiftum danska kringvarpinum frá í morgun.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. mars
RagnarRokk: Morean um Bach Out of Bounds
205911
Fríggjadag 20. mars
Morgunlestur fríggjadagur 20.mars 2026
205768
Hósdag 19. mars
RagnarRokk 19.mars
204937
Hósdag 19. mars
RagnarRokk: Robin McAuley um Paralyzed
204938
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Tinggáttin
205900
Hósdag 19. mars
Veðrið
205895
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869