Verkfallið: Taka væntandi støðu til kongsvitjanina seinni í dag

Verkfallið: Taka væntandi støðu til kongsvitjanina seinni í dag
Tað er ein nýggj støða, at partarnir nú fara til seming, sigur løgmaður, sum fer at tosa við fleiri partar, áðrenn endalig støða verður tikin
Kongshjúnini skulu eftir ætlan koma á vitjan í Føroyum í næstu viku.
 
05.06.2024 - 12:42

Løgmaður hevur ikki endaliga tikið støðu til, um kongsvitjanin verður avlýst ella ikki.

Ein vika er, til Fríðrikur kongur og Mary drotning eftir ætlan skulu á fyrstu almennu vitjanina í Føroyum sum kongshjún. 

Men verkfallið ger, at ivamál eru um vitjanina.

Í Tinganesi hava tey fylgt gongdini við verkfallinum, og skuldu eftir ætlan í dag taka støðu til, um vitjanin skuldi avlýsast. 

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður.

 

Nýggj støða

Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur í stuttari viðmerking við útvarpið, at støðan við semingsroyndini er púra nýggj, og at hann skal tosa við nógvar partar, áðrenn hann kann taka endaliga støðu um vitjanina.

Løgmaður roknar við, at seinni í dag verður endalig støða tikin til, um kongshjúnini koma til Føroya í næstu viku.

Kongshjúnini skuldu vera í Føroyum frá 11. til 14. juni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762