Hægstirættur tekur støðu til órin hjá Trump

Hægstirættur tekur støðu til órin hjá Trump
Avgerðin kann hava ávirkan á, um rættarmálið móti Trump kemur til viðgerðar fyri forsetavalið í november
Rættarmálið móti Donald Trump, sum hægstirættur skal taka støðu til, er um Trump royndi at broyta úrslitið av forsetavalinum í 2020.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
01.07.2024 - 14:16

Í dag fer Hægstirættur í USA væntandi at taka støðu til, um Donald Trump hevur órin og tí ikki kann vera rættarsóktur fyri gerðir, sum hann hevur framt, meðan hann var forseti.

Hóast rætturin væntandi fer at vísa aftur kravinum hjá Trump um órin, kann avgerðin hava ávirkan á, um rættarmálið móti Trump fyri at hava roynt at broyta valið í 2020, kann koma til viðgerðar fyri valið í november.

- Málið hevur stóra ávirkan á forsetaembætið, fyri framtíðina hjá forsetaembætinum og fyri framtíðina hjá landinum, segði Brett Kavanaugh í aprí lmánaði, tá ið málið var til munnliga viðgerð í dómstólinum.

Advokatarnir hjá Trump krevja fult og avgjørt órin fyri gerðirr, sum vóru framdar í tíðini, tá ið hann var forseti.

- Fáa vit ikki greiðu á hesum, verða avgerðir og metingar hjá komandi forsetum avmarkaðar, tí útlit eru fyri kanningum í framtíðini og møguligari fongsulsrevsing, siga advokatarnir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026