Russland fær formansskapin í trygdarráðnum

Russland fær formansskapin í trygdarráðnum
Seinast, Russland hevði formansskapin í ST-trygdarráðnum, var í apríl í fjør. Russar høvdu eisini formansskapin í 2022, samstundis sum landið gjørdi innrás í Ukraina
15 lond hava sæti í ST-trygdarráðnum, og tey skiftast um at hava formansskapin ein mánað í senn. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
01.07.2024 - 14:28

Meðan kríggið herjar í Ukraina, tekur Russland í dag við formansskapinum í ST-trygdarráðnum. 

Trygdarráðið hevur høvuðsábyrgdina av arbeiðnum hjá ST at varðveita frið og trygd í heiminum.

Tað kann tykjast rangvørgt, men Russland er eitt av teimum fimm føstu londunum í ráðnum, og kann tí ikki koyrast úr ráðnum. 

 

Ein mánað í senn

Tilsamans hevur trygdarráðið 15 limalond, sum skiftast um at hava formansskapin ein mánað í senn. 

Seinast, Russland hevði formansskapin í ST-trygdarráðnum, var í apríl í fjør. Russar høvdu eisini formansskapin í 2022, samstundis sum landið gjørdi innrás í Ukraina. 

Sambært tíðindarásini Ria Novosti, sum russiski staturin eigur, hevur Russland fyrireikað trý høvuðsevni undir formansskapi sínum. Eitt er ukrainska rakettálopið á eina strond í Sevastopol á hersettu hálvoynni Krim.

Russland sigur, at amerikanskar ATACMS-rakettir vóru brúktar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Skratsj 20. maj 2026
208625
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523