Havfrøðingur: Úrslitið av COP29 er nokk so syndarligt

Havfrøðingur: Úrslitið av COP29 er nokk so syndarligt
Veðurlagsráðstevnan, COP29, sum hevur verið í Baku í Aserbadjan síðstu tvær vikurnar, endaði í gjárkvøldið við eini avtalu
Mynd: Murad Sezer/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
24.11.2024 - 18:19

Avtalan sigur millum annað, at frá 2035 skulu heimsins ríkastu lond, á hvørjum ári, geva 300 milliardir dollarar, sum svarar til góðar 2.100 milliardir í okkara pengum, til heimsins fátækastu lond, sum stríðast við veðurlagsbroytingar.

Hóast londini blivu samd um eina avtalu, eru tað langt frá øll, sum eru nøgd við avtaluna.

India finst hvassliga at avtaluni. Upphæddin er alt ov lítil, og tað vísir greitt, at ríku londini ikki vilja taka ábyrgd.

Bolivia, Nigeria, Pakistan og onnur fátæk lond, taka undir við atfinningunum hjá India.

Úrslitið av COP29 er nokk so syndarligt, sigur Bogi Hansen, havfrøðingur, sum heldur, at ov lítið verður gjørt fyri at minka um veðurlagsbroytingarnar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum

1710398

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846