Elias Petersen á fyrsta plássi eftir 1. umfar

Elias Petersen á fyrsta plássi eftir 1. umfar
FM-einstaklingakappingin í talvi byrjaði í gjár
Savnsmynd
 
13.04.2025 - 09:51

Árliga FM-einstaklingakappingin í talvi byrjaði í gjár.

Støðan eftir fyrsta umfar er, at Elias Petersen er á fyrsta plássi, Høgni Egilstoft Nielsen á øðrum plássi og Petur Gardar Magnussen.

Sambært tíðindaskrivi eru favorittarnir at vinna Høgni Egilstoft Nielsen, sum er vorðin altjóða meistari, og Luitjen Akselsson Apol, sum gjørdist føroyameistari í fjør.

Tað eru Klaksvíkar Talvfelag og Talvsambandi Føroya ið skipa fyri kappingini.

Kappingin fer fram í Skúlatrøð í Klaksvík, og telvað verður hvønn dag, til og við langa fríggjadag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952