Rógvi Kárason og Anna Kawalec vunnu Tórshavn Marathon

Rógvi Kárason og Anna Kawalec vunnu Tórshavn Marathon
Ein kvinna úr Pólandi og ein føroyingur vunnu stóru altjóða rennikappingina í høvuðsstaðnum í dag
Tórshavn Marathon
 
01.06.2025 - 19:05

Tórshavn Marathon er av á hesum sinni.

Klokkan 13 í dag byrjaðu teir umleið 700 rennararnir og gongufólkini, sum høvdu meldað til, og góðan tíma seinni komu fyrstu rennararnir á longu teinunum á mál. Tað var hálvmarathonteinurin, sum fyrst var avgreiddur, og har var tað Neli Heldarskarð, úr Bragdinum, sum vann kappingina í tíðini 1:12:54. Honum á baki komu Oliver Granhøj og Torbjørn Hentze, báðir úr Bragdinum, tann fyrri í tíðini 1:17:17 og tann seinni í tíðini 1:18:44.

Hjá kvinnum var tað Julia Zawadzka úr NBRO í Danmark, sum vann í tíðini 1:29:08. Nummar tvey gjørdist Maria Chun Nielsdóttir úr Bragdinum, sum brúkti 1:40:12 um teinin og svenska Sigrid Landgren gjørdist nummar trý við tíðini 1:41:05.

Marathonkappingina hjá kvinnum vann Anna Kawalec, sum rennur fyri Eskadra Kraków í Pólandi, í tíðini 3:28:15. Nummar tvey gjørdist Carmen Holzmann úr Italia í tíðini 3:36:56 og á triðjaplássi kom Ann Thomsen úr Bragdinum í tíðini 3:39:46.

Hjá monnum var tað Rógvi Kárason úr Bragdinum, sum vann. Hann brúkti 2:45:09 um teinin og tað var góðar seks minuttir frammanfyri nummar tvey, Archie Hunt, úr Stórabretlandi, sum hevði tíðina 2:51:10. Nummar trý gjørdist eisini ein breti, Will Naylor, sum brúkti 3:18:53 um, teinin.

Ina Strømstad úr Noregi og David Wittek úr Kekkia vunnu 10 kilometrakappingina og Felicia Thor úr Svøríki og Bogi Hjalt úr Bragdinum vunnu kappingina í 5,5 kilometrum.

Kappast var eisini í hálvum marathon til gongu. Har vunnu tvey norsk, Birgitte Moen og Einar Haganes,. sum bæði umboða Champange Team. 

Øll úrslitini kunnu annars síggjast við at trýsta á hetta leinkið: https://my.raceresult.com/294902/

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763