Witkoff og Putin høvdu fund í tríggjar tímar

Witkoff og Putin høvdu fund í tríggjar tímar
Samráðingarnar vóru "gagnligar og uppbyggjandi," sigur ein ráðgevi hjá russiska forsetanum
Steve Witkoff og Vladimir Putin hittust í Kreml í dag.
Mynd: Gavriil Grigorov/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
06.08.2025 - 15:20

Serligi sendimaðurin hjá USA, Steve Witkoff, hevur júst havt fund í tríggjar tímar við russiska forsetan, Vladimir Putin, í Kreml.

Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.

Avtala um vápnahvíld í Ukraina var ovast á breddanum, og sambært ráðgevanum hjá Vladimir Putin, Yuri Ushakov, vóru samráðingarnar bæði "gagnligar og uppbyggjandi".

Sambært Ushakov hevði Moskva fingið ávís "tekin" frá Trump, og høvdu sent boð aftur.

Samráðingarnar í Kreml koma bert tveir dagar áðrenn freistina, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sett fyri at fáa eina vápnahvíld í lag millum Russland og Ukraina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444
Mánadag 30. mars
KAKUMiKS 2 (1:7) - teknmálstulkað
206440