Veljarakanning: Stjórnin hjá Støre heldur fram

Veljarakanning: Stjórnin hjá Støre heldur fram
Í løtuni stendur vinstrivongurin til at fáa 88 sessir í Stórtinginum og høgrivongurin 81 sessir
Nógv bendir á, at Jonas Gahr Støre heldur fram sum forsætisráðharri í Noregi eftir stórtingsvalið 8. september.
Mynd: NRK/NTB  
 
01.09.2025 - 08:00

Val er í Noregi um eina viku, mánadagin 8. september. 

Sambært nýggjastu veljarakanningunum, so eru útlit til,  at stjórnin hjá Jonas Geir Støre fer at halda fram. 

Í løtuni stendur vinstrivongurin til at fáa 88 sessir í Stórtinginum og høgrivongurin 81 sessir. 

Fyri at hava meiriluti í Stórtiginum, krevjast 85 tingfólk.

 

Stór framgongd

Abeiðaraflokkurin hevur havt stóra framgongd seinastu tíðina, meðan hann hevur sitið einsamallur í stjórn, og Jens Stoltenberg kom aftur upp í politik.

Í desember í fjør góvu veljarakanningarnar Arbeiðaraflokkinum 16,8 prosent, men stóra kanningin frá august gevur flokkinum 28,2 prosent av atkvøðunum. Altso ein framgongd upp á góð 11 prosentstig.

Tað er Norstat, ið hevur spurt 15.200 veljarar í øllum valdømum í Noregi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846