Ranja og Sirkill tvísporaðu seg til FM

Ranja og Sirkill tvísporaðu seg til FM
Ranja H. Djurhuus og hesturin Sirkill tryggjaðu sær FM-heiti í tvíspori, tá tey vóru skjótast í Vágum í seinastu kappingini í summar
01.09.2025 - 19:57

Ranja H. Djurhuus og hesturin Sirkill livdu upp til vónirnar, tá tey vóru skjótast í Vágum í avgerandi FM-kappingini í tvíspori.

Tey vóru í góðari støði eftir sigurin í Havn fyri tveimum vikum síðan, og tryggjaðu sær eisini føroyameistaraheitið við nýggjum sannførandi sigri leygardagin.

Ranja H. Djurhuus og Sirkill komu fyrst á mál við tíðini 17.92 sekund frammanfyri Barbaru Carlsen á Svannu.

 - Eg giti bara, at tað er tí, at vit hava vant so nógv, segði unga reiðkvinnan.

 - Tað er deiligt, at tey ungu halda seg framat, og hon hevur ein ótrúliga góðan hest, sum hevur verið við í nøkur ár, so tað unni eg henni væl, segði Barbara Carlsen.

Hetta er fyrsta árið hjá 17 ára gomlu Ranju H. Djurhuus í fyrsta flokki, og triðja árið á rað, at ein 17 ára gomul kvinna vinnur FM í tvíspori í fyrstu royndini.

 - Vit byrjaðu við ungdómsmenning í Ríðisambandinum fyri eini fimm, seks árum síðan, og tað vísir seg ordiliga at rigga. Tey ungu trúgva meir upp á tað og vilja bjóða seg fram og vilja ríða. So tað er ordiliga stuttligt, segði Brandur í Dali, formaður í Ríðisambandi Føroya.

Fleiri aðrar FM-kappingar vóru á degnum. Les meir um úrslitini her.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Góðan morgun Føroyar
205464
Mikudag 11. mars
Morgunlestur mikudagur 11.mars 2026
205069
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313