Pensjónsfelag sett pengar í Polar Seafood

Pensjónsfelag sett pengar í Polar Seafood
Sisa Pension hevur keypt fimm prosent av partabrøvunum
Hetta er fyrstu ferð, at aktørur, sum ikki er í Polar Seafood, sleppur upp í felagið.
Mynd: KNR  
 
02.10.2025 - 08:41

Í Grønlandi hevur eitt pensjónsfelag sett pengar í stóra reiðaríið Polar Seafood.

Sisa Pension hevur keypt fimm prosent av partabrøvunum, siga feløgini bæði í tíðindaskrivi. 

Tey siga, at tað tryggjar arbeiðspláss og sølumøguleikar, at Sisa Pension hevur sett pengar í Polar Seafood.

Hetta er fyrstu ferð, at aktørur, sum ikki er í Polar Seafood, sleppur upp í felagið.

Tvær familjur hava higartil átt Polar Seafood.

Nýggja fiskivinnulógin ger, at Polar Seafood tekur hetta stigið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846