Koma út sum svakar í morgin

Koma út sum svakar í morgin
Elsa Egholm var væl nøgd við leiklutin, sum hon hevði í sigrinum á Spania við tveimum málum avgerandi løtuna og lovar, at tær "koma út sum svakar" ímóti Paraguai sunnudagin
29.11.2025 - 20:00

Dysturin var á veg inn í avgerandi minuttirnar, tá Elsa og Karin Egholm fingu kjansin frá venjaranum.

Løtu seinni høvdu báðar skotið mál - Elsa tvey og Karin eitt, og søguligi sigurin á Spania var veruleiki. 

 - Tað var ræðuliga stuttligt at spæla, segði Elsa Egholm til seinnapartsvenjingina í dag.

 - Tær blíva ræðuliga troyttar, tá tær spæla so nógv, Jana, Súna og Maria, so tá teimum tørvaði pausu komu eg og Karin inn. Tú skalt bara altíð vera klár, tá tú situr á beinkinum, og tað var knappliga pláss til okkum, segði Elsa Egholm.

Hon lovar, at hóast tað ikki bleiv so nógvur svøvnur eftir Spania-dystin vera tær til reiðar at kempa ímóti Paraguai í sunnudagin.

 - Nú fara vit at hyggja at video og fyrireika okkum, og so koma vit út sum svakar í morgin og ætla okkum at vinna í morgin, segði Elsa Egholm.

Dysturin ímóti Paraguai byrjar klokkan 14.30, og Kringvarpið byrjar at senda klokkan 13.45.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375