Trump fekk ikki friðarheiðursløn - tí hugsar hann ikki bara um frið

Trump fekk ikki friðarheiðursløn - tí hugsar hann ikki bara um frið
Amerikanski forsetin hevur skrivað norska forsætisráðharranum bræv
Donald Trump, forseti, er misnøgdur um, at hann ikki hevur fingið Nobel-friðarheiðurslønina.
Mynd: Jonathan Ernst/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
19.01.2026 - 09:08

Amerikanski forsetin, Donald Trump, skrivar í brævi til norska forsætisráðharran, Jonas Gahr Støre, at av tí at hann ikki fekk friðarheiðursløn Nobels, kennir hann seg ikki bundnan til "bara at hugsa um frið," sum hann málber seg.

Tað váttar Jonas Gahr Støre fyri VG.

- Góði Jonas. Tá ið land títt hevur gjørt av ikki at geva mær friðarheiðursløn Nobels, nú eg hava gjørt enda á minst átta kríggjum, kenni eg meg ikki bundnan til bara at hugsa um frið, sjálvt um tað altíð er tað týdningarmesta. Men eg kann nú hugsa um, hvat er gott og rætt fyri USA, skrivar hann í brævinum.

- Danmark kann ikki verja hetta landið móti Russlandi og Kina. Og hví hava tey í heila tikið rætt at eiga tað, skrivar Trump.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129