Mobile Pay kann nú eisini brúka grønlendsk telefonnummur

Mobile Pay kann nú eisini brúka grønlendsk telefonnummur
Yvir 27.400 fólk og fyritøkur í Grønlandi brúka MobilePay
MobilePay fór í samstarv við Vipps í Noregi í 2022.
 
09.03.2026 - 10:02

Vipps MobilePay kann nú brúkast á grønlendskum, og kann eisini brúka grønlendsk telefonnummur.

Tað sigur Vipps í tíðindaskrivi.

MobilePay kom til Grønlands i 2020. Yvir 27.400 fólk og fyritøkur í Grønlandi brúka MobilePay.

Ein lógarteknisk forðing er orsøkin til, at MobilePay ikki kann brúkast í Føroyum. 

Nicolai Mohr Balle, deildarstjóri í Talgildu Føroyum, hevur sagt, at virkisskráin, sum ger tað møguligt at brúka MobilePay í Føroyum, vera liðug í ár.

 

Sjey mál

MobilePay hevur nú sjey mál. 

MobilePay hevur virkað síðani 2013.

MobilePay fór í samstarv við Vipps í Noregi í 2022.

Vipps MobilePay er í Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Grønlandi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203