- Tíðindi, mentan og ítróttur
FM í bogaskjóting: Nýbyrjari syfti stórfavoritt

Amy við Rætt úr Ørvi, sum bert hevur skotið við compound-boganum í eitt hálvt ár, tryggjaði sær føroyameistaraheitið í uttandura skjóting við óvæntaðum finalusigri á Anju Eydnudóttir leygardagin.
Finalan var sera jøvn, og tær báðar fylgdust trý tey fyrstu umførini, sum endaðu 27-27, 28-28 og 28-28. 19 ára gamla Amy við Rætt var kortini kaldari til endans og vann tvey tey seinastu umførini ávíkavist 29-28 og 27-26 og finaluna samanlagt 139-137.
- Tað er stórt, tí hon er tann besta. Hon var tann besta í Føroyum og hevur skotið nógv longur enn eg havi, segði Amy við Rætt við Kringvarpið.
Bert tríggjar kvinnur kappaðust, og bert 13 ára gamla Marta B. Poulsen úr Ørvi, sum tapti hálvfinaluna fyri Amy við Rætt, fekk tískil bronsuna.
Pernille Krogh úr Vágaskoti var einasta kvinnan, sum skeyt við recurve-boganum og er tískil føroyameistari uttan kapping.
Jóannes Poulsen og Nikkel Petersen úr Ørvi hava skotið nógvar finalur ímóti hvørjum øðrum. Hesa ferð var Jóannes Poulsen omaná.
Kenningar aftur í finaluni hjá monnum
Seks menn kappaðust í compound, men sum ikki einaferð skutu liðfelagarnir úr Ørvi Jóannes Poulsen og Nikkel Petersen seg í finaluna.
Munurin í teimum fimm umførunum var ongantíð meir enn eitt stig, men Jóannes Poulsen var eitt stig betri tríggjar ferðir, og so nyttaði ikki hjá Nikkel Petersen at vinna síðsta umfar 30-29.
Jóannes Poulsen vann 147-145 samanlagt og fegnaðist um meistaraheitið.
- Stuttligt. Tað er ikki hvørt ár ella hvørja sesong, at tú klárar tað, so at kunna gera tað aftur var ræðuliga lekkurt, segði royndi bogaskjúttin.
Recurve-menninir skutu fyri einari viku síðan, og Hans Petur Højgaard úr Ørvi tryggjaði sær meistaraheitið.
Hann skifti annars frá recurve til compound í vetur, og hann skeyt triðbest innleiðandi við nýggja boganum.


























