Ebola illgruni ikki av í Noregi

Ebola illgruni ikki av í Noregi
Heilsumyndugleikarnir í Bergen eru framvegis á varðhaldi, hóast fyrstu blóðroyndirnar ikki vístu, at ein maður hevur ebola sjúkuna, sum óttast varð
Heilsumyndugleikarnir í Noregi eru framvegis á varðhaldi, eftir at ein norðmaður leygarkvøldið varð innlagdur á Haukeland sjúkrahúsið. Fyrstu royndirnar vísa ikki tekin um at maðurin hevur ebola sjúkuna
Mynd: AP  
 
08.03.2015 - 16:11

Ein norðmaður, ið seint leygarkvøldið sjálvur setti seg í samband við heilsuverkið í Noregi, skal verða avbyrgdur í 72 tímar áðrenn endaliga úrslitið er tøkt.

Maðurin vendi sær sjálvur til heilsumyndugleikarnar í Bergen, tá hann leygarkvøldið fekk sjúkutekin ið minna um tey, ebola sjúklingar hava.

Læknar á sjúkrahúsinum í Haukeland valdu at avbyrgja mannin, tí maðurin herfyri hevur verið í Sierra Leone. har tamarhald enn ikki er á ebola sjúkuni.

Sjúkrahúsið hevði fyrireikað seg

- Vit hava fyrireikað okkum til støður sum hesa, og vit hava hildið okkum til tær mannagongdirnar, vit hava, sigur Steinar Skrede, yvirlækni á Haukeland sjúkrahúsinum við Bergens Tidende

Hóast fyrstu blóðroyndirnar ikki vístu tekin um at maðurin hevði ebola sjúkuna, so fæst ikki vissa fyri tí fyrr enn týsdagin. Tí skulu fleiri blóðroyndir takast, áðrenn tað kann sigast, at maðurin ikki hevur ebola sjúkuna.

Í oktober í fjør fekk ein norskur lækni staðfest ebola sjúkuna. Kvinnan arbeiddi fyri Læknar uttan landamørk í Sierra Leone, og varð flogin heim til Noregs, har hon fekk viðgerð, og kom fyri seg eftir sjúkuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155