Klára neyvan at gjalda peningin aftur í dag

Klára neyvan at gjalda peningin aftur í dag
Griski forsætisráðharrin, Alexis Tsipras, rør nú fram undir, at altjóða valutagrunnurin, IMF, ikki fer at fáa lánsavdráttin, ið skal rindast í dag
Grikkaland skal í dag gjalda eitt lán aftur til IMF. Óvissa er kortini um landið klárar at gjalda altjóða valutagrunninum aftur í dag
 
30.06.2015 - 08:28

Frammanundan hevur verið ivasamt, um Grikkaland yvirhøvur fór at megna at finna tær 11 milliardirnar, sum IMF hevur krav um, eydnast tað ikki Grikkalandi at fáa eina avtalu við kreditorarnar, sum eru IMF, ES og Evropeiski Miðbankin.

SÍ EISINI Griksku bankarnir steingja

Tann semjan tóktist at fara fyri skjeyti, tá partarnir fóru hvør til sítt um vikuskiftið, uttan at vera komin nærri einari avtalu. Grisku bankarnir lótu ikki uppí gjár, og hava stongt til 6. juli.

Í Grikkalandi er nú mark sett fyri, hvussu nógvan pening grikkar kunnu taka út úr peningaautomatum um dagin. Fólk kunnu taka út 60 evrur, umleið 450 krónur, hvørt samdøgur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 11. desember
Andaktin
201355
Hósdag 11. desember
Andaktin
201351
Mikudag 10. desember
Hetjur í hæddunum
73356
Mikudag 10. desember
Vigdís 2:4 - teknmálstulkað
201326
Mikudag 10. desember
Vigdís 1:4 - teknmálstulkað
201310