Tropisk ódn krevur mannalív í Taivan

Tropisk ódn krevur mannalív í Taivan
Tropiska ódnin, Soudelor, ið rakti Taivan í nátt við eini vindferð omanfyri 64 m/s, hevur higartil kravt fýra mannalív
Ein pápi og sonur í Teipei leita sær skjól undan nógva vindinum, tá tropiska ódnin, Soudelor, rakti Taivan
Mynd: AP  
 
08.08.2015 - 09:28

Vindferðin var 64 metrar um sekundið, og tropiska ódnin, Soudelor, kom inn yvir eystara part av Taivan í nátt, skriva útlendskir miðlar á staðnum.

Trø eru skrædd upp við rót, áarføri hevur elvt til stórar skaðar, og tvær milliónir fólk mistu streymin, tá ódnin, sum hevur fingið navnið Soudelor, rakti Teivan.

Í løtuni er øll tok- og flogferðsla í Taivan avlýst. Ódnin ferðast í løtuni í útnyrðing, og linkar so líðandi, siga veðurstovurnar í landinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207