Læknafelagið rópar aftur varskó

Læknafelagið rópar aftur varskó
Læknatrot og ov lítil játtan ger, at føroyska heilsuverkið forfellir, heldur Læknafelag Føroya, nú valstríðið av álvara hevur tikið dik á seg
Læknafelag Føroya rópa nú aftur varskó, tí felagið stúrir fyri, at heilsuverkið forfellir
 
19.08.2015 - 10:24

Læknafelag Føroyar rópti í vár varskóg um støðuna í føroyska heilsuverkinum - og ger tað framhaldandi. Orsøkirnar eru nú, eins og í vár, álvarsliga læknatrotið og ov lítil játtan til heilsuverkið, sum hóttir við at máa støðið undan føroyska heilsuverkinum.

SÍ EISINI Læknafelag Føroya rópar varskó

Felagið hevur biðið búskaparfrøðing kannað tølini, sambært tíðindaskrivinum.. Kanningin vísir, at vit í Føroyum hava stórt læknatrot ísamanborið til onnur Norðurlond og í mun til Europa.

Bert Grønland er verri fyri enn vit. Tørvur er á umleið hálvthundrað læknum. Og í metingini hjá Føroya Læknafelag, brúka vit í Føroyum góðar 300 milliónir krónur minni uppá heilsuverkið enn danir brúka og nógv minni enn norðmenn brúka í mun til fólkatalið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290