Lønarhækking kostar landinum umleið 60 mió. í 2016

Lønarhækking kostar landinum umleið 60 mió. í 2016
Lønarhækkingin, sum starvsfólkini hjá tí almenna fingu 1. oktober, kostar landskassanum 12 milliónir krónur tað, sum eftir er av hesum árinum
Samanumtikið fara lønarhækkingarnar, sum starvsfólkini hjá tí almenna fingu 1. oktober, at kosta okkurt um 60 milliónir krónur næsta ár
 
16.10.2015 - 12:42

Lønarhækkingin er, sambært karminum hjá Starvsmannafelagnum, 2,25 prosent 1. oktober. Hvørt prosent kostar landinum 21 milliónir krónur um árið.

1. oktober næsta ár hækkar lønin 1,9 prosent. So samanumtikið fara lønarhækkingarnar at kosta okkurt um 60 milliónir krónur næsta ár.

Enn hevur bara Starvsmannafelagið gjørt sáttmála við Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum, men sambært Snorra Fjallsbaki, leiðara á Lønardeildini, er støðið lagt við sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum.

Hini fakfeløgini skulu ikki vænta at fáa meira enn Starvsmannafelagið fekk, segði Snorri Fjallsbak við Útvarpið í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762