Muslimar venda yvirgangsfelagsskapum bakið

Muslimar venda yvirgangsfelagsskapum bakið
Nógvir ungir arabarar venda sær frá yvirgangsfelagsskapum sum Islamskum Stati og al-Qaeda, vísir ein kanning
Nógvir ungir muslimar venda yvirgangsfelagsskapum, sum til dømis Islamiskum Stati, bakið, kemur fram í meiningakanning
 
13.01.2016 - 17:43

Ein meiningakanning, sum er gjørd millum ungar arabiskar muslimar í fleiri londum, vísir, at tey ungu halda, at Islamiskur Statur og al-Qaeda reingja ella avlaga læruna hjá islam.

- Í minsta lagi tríggir fjórðingar av teimum spurdu halda, at IS og Al Qaeda antin púrasta avlaga islamsku læruna ella hava mistikið seg í tí mesta, sigur kanningarstovnurin Zogby, ið hevur gjørt kanningina.

Spurdu umleið 5.400 fólk

Í kanningini spurdu tey útivið 5.400 fólk í aldrinum 15-34 ár úr Marokko, Egyptalandi, Saudiarabia, Sameindu Arabisku Emiratunum, Bahrein, Kuwait, Jordan og teimum palestinsku økjunum.

Talan var bæði um kvinnur og menn. Yvir 90 prosent av teimum ungu í Marokko og Sameindu Arabisku Emiratunum skýra báðar bólkar at vera eina fullkomna avlagan av islam.

Tað sama hildu 83 prosent í Egyptalandi, meðan tað var nakað lægri í Bahrain og Jordan, har tað var nakað yvir 60 prosent.

Fleiri orsøkir til at fólk stuðla felagsskapunum

Í palestinsku økjunum og í Saudiarabia halda 55 prosent av teimum spurdu í kanningini, at Islamiskur Statur og al-Qaeda reingja islamsku læruna.

Fleiri av teimum ungu - gott 30 prosent - halda, at mutur og kúgandi stjórnir eru orsøkin til, at ungar kvinnur og menn fara upp í slíkar víðgongdar bólkar.

Onnur halda, at víðgongdir prestar hava ein leiklut, og eisini vantandi útbúgving. Kanningarnar hjá Zogby-stovninum vórðu gjørdar í oktober og november í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823

Annað frá KVF