Heimsins leiðarar stúra fyri kjarnorkuyvirgangi

Heimsins leiðarar stúra fyri kjarnorkuyvirgangi
Fáa yvirgangsmenn hendur á eitt nú kjarnorkuvápnum, kann tað fáa álvarsamar avleiðingar fyri allan heimin. Toppfundur er í amerikanska høvuðsstaðnum
Tað kann fáa álvarsamar avleiðingar, fáa yvirgangsmenn hendur á kjarnorkuvápnum. Amerikanski forsetin er vertur fyri toppfundi, sum er í Washington. Á myndini yvirgangsatsóknin í Istanbul í januar
 
01.04.2016 - 16:11

Enn fleiri tiltøk skulu setast í verk til tess at forða fyri, at kjarnorka ikki endar á skeivum hondum.

Tað er evnið á toppfundinum um kjarnorkutrygd, sum í hesum døgum er í amerikanska høvuðsstaðnum, Washington.

Umleið 50 ríkis- og stjórnarleiðarar eru á fundinum, teirra millum danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen. Barack Obama, forseti, er vertur.

Toppfundur í kjalarvørrinum á atsóknum

Toppfundurin, sum verður í fýra dagar, verður hildin í kjalarvørrinum á yvirgangsatsóknunum í París í november í fjør og í Brússel í síðstu viku.

Tað hevur vakt ans, at russiski forsetin, Vladimir Putin, ikki er á fundinum í Washington. Tað er ein trupulleiki, tí flestu kjarnorkuvápnini eru í Russlandi og USA.

Barack Obama, amerikanski forsetin, hevur vissað um, at samband er við Russland um kjarnorkutrygdina.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659