Russland fer at mangla laks

Russland fer at mangla laks
Laksur kann gerast mangulvøra í Russlandi longu í ár, nú stórt tal av laksi er deyður í Kili, sum vanliga er høvuðveitari av laksi til Russlands
 
12.05.2016 - 18:44

Kili gjørdi høvuðsveitari av laksi, eftir at Russland sett forboð fyri at flyta inn vørur úr Noregi og øðrum londum í Vesturheiminum.

Bannið frá 2014 merkti, at innflutningurin av laksi úr Kili vaks við 50 prosentum, sigur Alexander Fomin, forseti í russiska felagsskapinum fyri fiskavirki, íverksetarar og útflytarar.

Innflyta niðurkøldan laks úr Føroyum

Sambært meting, sum kilska stjórnin hevur gjørt, fara umleið 100.000 av laksi fyri skeyti í ár, orsakað av alguvøktri. Tað merkir 20 - 25 prosent afturgongd í laksaframleiðsluni í Kili tíðarskeiðið 2016-2017.

Harumframt mótmæla fiskimenn, og tað steðgar útflutninginum úr Kili. Tað merkir so, at prísirnir hækkar við risaferð og skjótt. Henda støðan hevur fingið Russland at umhugsa alternativar møguleikar.

Ein møguleiki er at innflyta niðurkøldan laks úr Føroyum og úr russiska partinum av Fjareystri. Samstundis er laksaframleiðslan í Russlandi sett at verða 332.000 tons.

Onnur tiltøk mugu til

Tað er ikki nóg mikið at dekka fallið í innflutninginum, sigur Vasily Sokolov, varastjóri í russiska fiskimálaráðnum, nevnt Rosrybolovstvo. Og Fomin er samdur í hesum.

Bæði Føroyar og russiski parturin av Fjareystri (pink laksur) eru ikki nóg mikið til at dekka partin av innflutningum úr Kili, sigur hann.

Sambært Fomin er pink laksur øðrvísi enn kilski laksurin, og kann ikki setast ístaðin fyri, tí góðskan er munandi lægri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659