Danska fólkakirkjan stórt yvirskot

Danska fólkakirkjan stórt yvirskot
Danska fólkakirkjan tjenar ov nógvar pengar halda fleiri, teirra millum leiðandi politikarar nú kirkjan er liðug at gera upp roknskap fyri 2014
Fólkakirkjan í Danmark forvinnur ov nógvan pening, halda fleiri, millum annað leiðandi politikarar. Ráðharrin í kirkjumálum vónar, at kirkjuskatturin lækkar
 
19.05.2016 - 16:31

Tá avtornaði var yvirskotið 452 milliónir krónur. Bæði í Danska Fólkaflokkinum og í Eindarlistanum halda framsøgufólkini í kirkjumálum, at kirkjan krevur ov nógv inn.

- Eftir okkara tykki eigur kirkjuskatturin at lækka, sigur Christian Langballe, framsøgumaður fyri Danska Fólkaflokkin

- Inntøkurnar hjá fólkakirkjuni eru øktar og øktar síðstu árini, uttan at kirkjan hevur fingið fleiri uppgávur at røkja, tí eigur yvirskotið hjá kirkjuni at vera eitt høvi at lækka skattin, sigur Pelle Dragsted, framsøgumaður fyri Eindarlistan.

Ráðharrin vónar, skatturin lækkar

Í Danmark eru tað í størstan mun sóknirnar og próvstadømini, sum áseta kirkjuskattin. Harafturat fer ein partur av kirkjuskattinum í statskassan.

Bertel Haarder, kirkjumálaráðharri, sigur seg somuleiðis vóna, at yvirskotið hjá fólkakirkjuni kemur borgarunum til góðar.

- Vónandi lækkar skatturin. Tað hava vit tørv á, nógvastaðni kring landið, sigur Haarder við danska kringvarpið, DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233